Í góðveðrinum klokkan 15 seinnapartin legði Polar Amaroq at í Norðhavnini, har hann skal leggja 200 tons av sildafløkum upp, áðrenn leiðin gongur til Íslands.
Polar Amaroq, sum upprunaliga er úr Noregi og hevur itið Gardar, er systirskip til Christian í Grótinum, men brýtur eitt sindur frá við at hava eina fulla hædd undir brúnni. Polar Amaroq hevur ikki mjøl og lýsi verksmiðju, tí høvdu teir eisini verið í Fuglafirði og lagt slógv upp, áðrenn teir komu higar.
Báturin er heimahoyrandi í Grønlandi og hevur fiskað sild og makrel í føroyskum sjóvi í tveir mánaðar – eini fýra túrar, men er kvotan nú uppfiskað.
Nú gongur leiðin til Íslands, har teir skifta nakað av manningini og síðani verður farið í grønlendskan sjógv at fiska lodnu.
Skiparin og onkrir aðrir av manningini eru úr Ísandi, tó at meginparturin av manningini vóru grønlendingar.