Polar Aassik: Brann í tvey samdøgur og sakk

Eftir at sjógvur byrjaði at leka inn í skipið, sakk Polar Aassik eftir stuttari tíð.

 

Ein av trolarunum hjá grønlendska reiðarínum, Polar Seafood - Polar Aassik - sakk í gjárkvøldið við Qasigiannguit, eftir at eldur hevði verið í skipinum í tvey samdøgur.

Tað upplýsir grønlendska løgreglan yvirfyri tíðindamiðlinum, Sermitsiaq, og tey leggja aftrat, at myndugleikarnir framvegis hava eftirlit við leiðini, har trolarin sakk.

Løgreglan sigur, at eftir at sjógvur byrjaði at leka inn í trolaran, sakk Polar Aassik eftir stuttari tíð.

Tað var mánakvøldið klokkan 19.03, at løgreglan fekk boð um eldin, og at manningin, sum taldi 10, var komin til lands í ølllum góðum.

Tá roykurin frá skipinum var nógvur, heitti grønlendska løgreglan á fólk í Qasigiannguit um at ansa sær og halda seg burtur av leiðini, har skipið lá og brann.