Póland vann 6-0

Eftir 1. hálvleik var 4-0, og fram móti dystarenda skoraði Póland tvær ferðir aftrat

Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag verið í pólska eldinum. Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 4-0. Hesi málini vórðu skorað fyrsta hálva tíman. Tá ið tað restaði eitt lítið korter varð leiðslan økt til 5-0, og lítla løtu undan dystarenda varð sigurin við tennistølum staðfestur.

 

Tey bæði málini í 2. hálvleiki vórðu skorað eftir hornasparksinnlegg. 1-0 málið varð skorað eftir innlegg úr vinstru, og 2-0 málið var skorað við beinleiðis frísparki.

 

Póland hevði fjúrtan royndir innanfyri føroyska málkarmin. Fjúrtan ferðin fór bólturin við síðuna av málinum, og eina ferð rakti Póland í stólpan. Randi Wardum bjargaði átta ferðir.

 

Føroyska liðið rakti tríggjar ferðir innanfyri málkarmin, og tvær ferðir fór bólturin við síðuna av pólska málinum.

 

 

LIÐUGT

6-0

 

Føroyar hava framt tvær útskiftingar. Randi Wardum er farin úr málinum, og í hennara stað er komin Bjarta Johansen (90.+2.) og Isaksen er komin á vøllin í staðin fyri Íðunn Magnussen (90.+3.)

90)6-0: Pożerska 89.

Enn eina ferð hevur Póland skorað eftir hornasparksinnlegg.

Sigrid Jacobsen er farin av vøllinum, og í hennara stað er komin Lív Arge (88.).

 

85) Tað mesta gongur nú fyri seg millum brotsteigarnar báðar. Miðvallarin Ansy Sevdal hevur havt roynd ímóti pólska málinum.

 

80) 5-0: Winczo 77.

So hevur Póland økt um leiðsluna, so hon nú er 5-0. Málið varð skorað eftir hornaspark.

 

75) Heidi Sevdal er einsamøll í føroyska álopinum, og hon er samstundis fyrsti føroyski verjuspælarin. Hon stríðist, og tvær ferðir hevur slovakiski dómarin bríkslað fyri frísparki, sum hon hevur gjørt ta síðstu løtuna.

Póland hevur framt fyrstu útskiftingina.

 

 

70) Føroysku spælararnir stríðast í nærdystunum, og føroyska liðið megnar framvegis at sleppa undan, tá ið Póland hevur hornaspørk. Teimum hava tað verið tvey av síðstu løtuna.

 

 

65) Ansy Sevdal hevur gjørt fyrsta føroyska frísparkið. Støðan er framvegis 4-0.

 

 

60) Olga Kristina Hansen hevur síðstu løtuna havt tvær royndir ímóti pólska málinum.Pożerska hevur sæð gula kortið fyri at gera fríspark.

 

55) Trýstið er ikki so stórt nú, sum tað var í 1. hálvleiki. Merkisvert er tað, at pólsku spælararnir higartil hava gjørt fimm fríspørk, og at føroysku spælararnir einki fríspark hava gjørt.

 

 

48)  Tær somu ellivu eru á føroyska liðnum eftir steðgin. Póland hevur aftur lagt bragdliga fyri og longu havt tvær royndir ímóti málinum hjá Randi Wardum.

 

 

4-0

45+3) So er 1. hálvleikur av, og føroysku spælararnir eru á veg at rinda møðina og at skipa seg av nýggjum. Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og eyka løtan mundi kennast ógvuliga long hjá føroysku spælarunum.

 

Støðan eftir fyrra hálvleik er 4-0 til Póland. Um tað skal síggjast frá positivu síðuni, so er málmunurin eitt mál minni eftir fyrra umfarið, enn hann var sunnudagin, tá ið Føroyar spældu ímóti Skotlandi.

 

Føroyska liðið hevur higartil verið undir ógvuliga stórum trýsti. Tølini siga, at Póland hevur havt sekstan royndir ímóti føroyska málinum, og at Føroyar hava havt tvær royndir ímóti pólska málinum. Í seks førum fór bólturin við síðuna av málinum, tá ið tær á heimaliðnum royndu seg, og onnur føroyska royndin fór við síðuna av.

Líkindini eru rættuliga føroysk, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað regnar, og hitin er 8 stig.

 

40) Randi Wardum hevur nógv at gera. Síðstu lítlu løtuna hevur hon støðugt verið í eldinum og vart fyri, tá ið heimaliðið hevur roynt seg.

 

35) 4-0: Winczo 31.

Nú gongur øgiliga skjótt. Føroysku kvinnurnar hava sera ilt við at fylgja við.

 

30) 3-0: Wiśniewska 27.

So er 3-0, og Wiśniewska e tvífaldur málskjútti. Hon skoraði eisini fyrsta málið.

 

20) Føroyska liðið er í øgiligum ódnarveðri. Tað hevur tó eydnast at fáa fríspark dygst uttanfyri brotsteigin, men málverjin bjargaði.

 

11) 2-0: Balcerzak 11.

Póland økti við langskoti. Tað tykist  sum um føroyski málverjin ikki er heilt væl fyri.

10) 1-0: Wiśniewska 2.

Tað var eftir innlegg úr vinstru, at pólski spælarin var púra leys mitt fyri málinum.

Føroyska liðið er fyrstu løtuna undir stórum trýsti. Póland hevur havt fleiri álop og hornaspørk, og í 2. minutti legði heimaliðið seg framum, tá ið  skoraði.

Olga Kristina Hansen hevur júst nú havt fyrstu føroysku royndina ímóti pólska málinum.

 

Póland-Føroyar kl. 16.00

HM undankappinardystur á Oporowska stadion í Wroclaw í Polen.

Dómari: Petra Chudá úr Slovakia

Føroyar: Randi Wardum - Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Oddrún Danielsen - Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Fríðrún Danielsen, Rannvá B. Andreasen - Olga Kristina Hansen - Heidi Sevdal