15. januar spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti móti Pólandi í Berlin. Talan verður tá um triðja dystin hjá okkara monnum í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Týsklandi.
Sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið hevur Póland í dag spælt dyst móti Spania á útivølli.
Spania vann greiðan 31-25 sigur. Í fyrra hálvleiki gekk tó væl í hond hjá Pólandi, ið var á odda 13-12 í steðginum.
Í morgin klokkan 16.45 spælir Póland venjingardyst móti Serbia. Slovenia sum eisini er í okkara bólki spælir í morgin klokkan 16 móti Montenegro á heimavølli.
Í kvøld klokkan 19.15 spælir favoritturin í okkara bólki, Noreg dyst móti Danmark í Golden League.