Klokkan 19.45 í kvøld spælir føroyska fótbóltslandsliðið seinasta heimadystin í hesi EM-undankappingini.
Mótstøðuliðið í kvøld verður Póland, ið er uttan sín stóra stjørnuleikara, Robert Lewandowski.
Trýst er á Pólandi at vinna fyri at kunna hava ein møguleika at røkka øðrum plássinum í bólkinum, og eitt ávíst trýst er eisini á Føroyum at megna at fáa fyrsta stigið á heimavølli í hesari undankappingini.
16 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Póland sum ein greiðan favoritt til at vinna á Føroyum í kvøld.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru so høg sum 11,07
Miðaloddsini upp á pólskan útisigur eru so lág sum 1,30.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði gagnast Føroyum munandi frægari enn Pólandi eru 5,00.
HER eru oddsini:
##med2##