Venjarafelagið skipaði fyri at heiðra ársins venjara í 1. deild. Tað vóru venjararnir í 1. deild, sum gjørdu av, at tað er Pól Thorsteinsson, venjari hjá FC Suðuroy, sum er ársins venjari í næstbestu deildini. Hann og FC Suðuroy fluttu upp í næstbestu deildina í fjør, og í ár fluttu teir upp í bestu deildina.
Tað var ein av FC Suðuroy spælarunum Teit Hjelm, sum tók ímóti heiðrinum, sum Áki Johansen frá venjarafelagnum handaði.










