Pól um Múlan í dag

Á kyndilsmessu rann Pól Sundskarð undan Klakki í Klaksvík og umvegis Norðdepil og Múla og til hús aftur

Pól Sundskarð man vera rennarin fram um allar í Føroyum, tá ið tað ræður um ógvuliga langar teinar og teinar, sum tað ikki bara er bara at renna.

Í dag, 2. februar ella á kyndilsmessu, rann Pól Sundskarð ein túr av hesum slagnum. Hann rann úr heimi sínum undir Klakki í Klaksvík og umvegis tunlarnar norður um Fjall. So varð kósin sett norður til Múla, og úr bygdini fór hann um sjálvan Múlan og so suður eftir aftur vestara landinum á Borðoy. Umvegis Skálatoftir og Strond rann hann til hús aftur.

Á facebook sigur Pól Sundskarð soleiðis í kvøld:

Veðrið var av tí besta, og tíðin var 5 tímar og 8 minuttir. Tað eru 20 kilometrar norður til Múla, 13 kilometrar úr Múla og á Strond og 9 kilometrar av Strond og undir Klakk aftur.

Og vit kunnu leggja aftrat: 42 kilometrar er umleið maratonteinurin, sum í dag varð runnin um dalar og fjøll og bjørg og skørð og eisini ígjøgnum fjøll og fram eftir sløttum vegi.

 

mynd: facebook Pól Sundskarð, har tað ber til at síggja fleiri myndir frá túrinum.