Pól Thorsteinsson verður venjari

Pól Thorsteinsson verður venjari hjá 2. deild hjá FC Suðuroy

FC Suðuroy og Pól Thorsteinsson hava gjørt avtalu um, at Pól verður venjari hjá 2. deild kappingarárið 2022.

 

- Pól hevur seinastu árini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum hjá FC Suðuroy og hevur ikki minst drúgvar royndur sum spælara, bæði sum yrkisleikari uttanlands og í Føroyum, og sum spælari á føroyska A-landsliðnum, skrivar FC Suðuroy.

 

Felagið boðar frá, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru longu farnar í gongd. FC Suðuroy gjørdi eina roynd at flyta upp í ár, men tað eydnast akkurát ikki.