Pól Jóhannus heldur ikki fram í NSÍ

NSÍ váttar í kvøld, at landsliðsspælarin ikki heldur fram í felagnum

Alt bendir á, at Pól Jóhannus Justinussen endar í EB/Streymi. In.fo hevur í longri tíð sett landsliðsspælaran í samband við EB/Streym og í kvøld váttar NSÍ, at hann ikki heldur fram í Runavík.

 

-       Pól Jóhannus Justinussen heldur ikki fram í NSÍ. Vit hava verið í samráðingum til í dag, men hann hevur boðað frá, at hann hevur valt NSÍ frá, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ.

 

Pól Jóhannus Justinussen hevur spælt allar landsdystirnar í ár, meðan hann hevur røkt fleiri pláss á liðnum hjá NSÍ.

 

-       Vit gjørdu alt vit kundu fyri at fáa hann at halda fram í NSÍ, men tað hevur ikki eydnast, sigur Eyðstein Skipanes.

 

NSÍ er í holt við at finna nýggjan venjara, eftir at tað gjørdist greitt, at Heðin Askham fór til HB.

 

-       Vit arbeiða upp á nýggja venjaran. Vit fara ikki at seta navn á enn. Vit skulu eisini finna útav hvat fyri leiklut ein komandi høvðusvenjari skal hava. Um hann skal verða høvðusvenjari, ella um hann skal hava ábyrgdina av ungdómsarbeiðinum eisini, sigur Eyðstein Skipanes at enda.

 

In.fo hevur fleiri ferðir sett Pól Jóhannus Justinussen í samband við EB/Streym, sum tykist hava vunnið kappingina um landsliðsspælaran frammfyri millum annað NSÍ og AB.