Yrkisfelagið Miðnám hevur júst havt aðalfund, og í tí sambandi handaði felagið Pól Jespersen Útbúgvingarvirðislønina hjá felagnum 2015.
Hetta er fimmtu ferð, at Yrkisfelagið Miðnám letur Útbúgvingarvirðislønina, og í ár valdi felagið at heiðra Pól Jespersen, sum alt lívið hevur verið virkin í undirvísing, at skriva skúlabøkur, at skriva upplýsandi bøkur, umframt at hann eisini hevur verið frammi í almenna rúminum við sínum fakøkjum.
- Pól Jespersen hevur skrivað bøkur um støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Hann hevur eisini verið sera íðin at fáa hesar vísundagreinir latnar í føroyskan ham og at gera teminologiina føroyska.
Tað sigur Yrkisfelagið Miðnám.
Lagt verður aftrat, at almenningurin helst kennir Pól Jespersen best av tí, sum hann hevur skrivað um stjørnufrøði. Á tí fakøkinum hevur hann gjøgnumgingið fakvitan og frambrot frá forntíð og upp til okkara dagar.
- Ótroyttiliga hevur hann skrivað greinar um stjørnuvísundi í føroysku bløðunum, og hevur hann á tann hátt verið við til at flutt mørk, tá um føroyingsins fatan av alheiminum viðvíkir.
Yrkisfelagið Miðnám vísir á, at nógv av tí, sum Pól Jespersen hevur umrøtt í blaðgreinum, er eisini komið við í bókina “Rúmdin – almenn stjørnufrøði”, sum Nám gav út í 2012.
- Um hesa bók sigur Nám á heimasíðu sínari, at “Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar", sigur felagið.
Á viðheftu mynd handar Kári Jespersen Pól Jespersen Útbúgvingarvirðislønina hjá Yrkisfelagnum Miðnám.









