Pól F. Joensen aftur í TB

TB hevur sett Pól F. Joensen sum høvuðsungdómsvenjara í felagnum.

Pól F. Joensen spældi í nógv ár besta liðnum hjá TB, og hann var í nógv ár eisini virkin sum ungdómsvenjari í felagnum. Í 2011 skifti hann til FC Suðuroyar at verða høvuðsvenjari, men síðani 2012 hevur Pól F. Joensen fyrst og fremst fingist við U17 landsliðið, har hann hevur verið annar av venjarunum.
 

Nú hevur Pól so aftur fingið eina álitisuppgávu í barndómsfelagnum.
 

- Pól hevur áður havt ábyrgdina av ymiskum liðum í ungdómsdeildini hjá TB, og tí er tað ikki nakað ókent fyri Pól at traðka til sum høvuðsvenjari fyri ungdómsdeildina. Hann var eisini ein av venjarunum, sum vandu børnini á fótbóltsskúlanum hjá TB í summar, skrivar TB á heimasíðuni.
 

Pól skrivaði undir sáttmála við ungdómsdeildina hjá TB áðrenn summarsteðgin og byrjaði í mánadagin við nýggju uppgávuni.

 

- Vit gleðast um, at Pól hevur tikið av tilboðnum um at hjálpa okkara ungdómi, skrivar TB á heimasíðuni.