Í gjár kundu fólk í Malaysia langt um leingi sleppa at taka niður fartelefonspælið Pokémon Go, og tað gjørdu eisini mong. Men ikki gekk long tíð, so hevði ein av leiðandi muslimunum í landinum bannlýst spælið.
“Muslimar hava ikki loyvi til at spæla Pokémon Go og Pokémon,” var greiði boðskapurin frá Zulkifli Mohamad al-Bakri, sum er mufti í Malaysia, og sum vendi sær ikki bara til malaysiskar muslimar, men allar muslimar.
Fyri kortum endurnýggjaði eisini hægsta átrúnaðarliga ráðið í Saudiarabia eina yvirlýsing, sum longu í 2001 lýsti Pokémon í bann har í landinum. Nú er so Pokémon Go komið aftrat, men tað hevur altso ikki blíðkað saudisku muslimarnar.
Zulkifli Mohamad al-Bakri segði í boðskapi sínum í gjár, at tað at spæla Pokémon Go kann vera skaðiligt og enda við bæði valdgirnd og hasardspæli, og eisini ávaraði hann ímóti, at spælið kann elva til ólukkur og materiella havisjúku hjá teimum, ið spæla tað.