Paul Pogba, ið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið fyri Manchester United í Premier League, fór fyri tveimum vikum síðani út við einum lærskaða í Champions League dystinum fyri Manchester United móti Basel.
Av fyrstan tíð varð hildið at talan var um vanligan fipurskaða, og at Paul Pogba skuldi sita uttanfyri í nakrar vikur. Men sambært José Mourinho, Manchester United venjara, er skaðin nógv verri enn tað av fyrstan tíð varð mett.
- Eg helt í byrjanini at Pogba fór at vera uttanfyri í ”nakrar dystir”. Men skaðin hjá honum er ikki sum hjá Valencia og Jones, har eg havi eina vón um at síggja teir til venjing aftur skjótt. Paul Pogba er langtíðarskaddur, og eg dugi ikki at siga nær hann verður tøkur aftur. Vit hava tríggjar langtíðarskaðar í Zlatan, Marcos Rojo og Pogba, sigur José Mourinho við heimasíðuna hjá Manchester United.
Manchester United spælir í dag klokkan 15:00 móti Crystal Palace á heimavølli.