Óivað eru nógvir fjepparar hjá Manchester United, ið alla vikuna hava glett seg til, at Paul Pogba og Manchester United skuldi byrja jagstranina eftir enska meistaraheitinum sunnudagin, tá ið United vitjar Bournemouth. Viðhaldsfólkini hjá reyða felagnum úr Manchester kunnu framvegis gleða seg til, at Manchester United fer at spæla, men tað verður uttan Paul Pogba á liðnum.
Paul Pogba, ið júst er blivin keyptur til Manchester United frá Juventus sum heimsins dýrasti fótbóltleikari nakrantíð, hevur nevniliga leikbann í fyrsta umfari í Premier League. Orsøkin er tann, at Pogba fekk tvey gul kort í italsku steypakappingini, tá ið hann umboðaði Juventus í farna kappingarári, og hesi gulu kortini skal Pogba revsast fyri, hóast hann er skiftur til annað land og aðra kapping at spæla í.
Ístaðin kann væntast, at Paul Pogba spælir sín fyrsta dyst sum heimsins dýrasti fótbóltsspælari í øðrum umfari, tá ið Manchester United tekur ímóti Southampton leygardagin 20. august.










