Pogba fekk leikbann í tríggjar dystir

Manchester United má klára seg uttan sterka fraklendingin í tríggjar dystir

Reyða kortið Paul Pogba fekk ímóti Arsenal á Emirates leikvøllinum farna leygardag kostar Manchester United dýrt.

 

Paul Pogba hevur fingið tríggjar dagar leikbann í Premier League, og tað merkir m.a. at Pogba fær ongan dyst ímóti Manchester City komandi vikuskiftið. 

 

Tá Paul Pogba hevur sitið leikbannið yvir hevur hann vegna skaðar og leikbann verið burtur í 10 av 18 teimum fyrstu dystunum hjá Manchester United í Premier League hetta kappingarárið.

 

Men Paul Pogba hevur gjørt stóran mun teir átta dystirnar hann hevur spælt við Manchester United hetta kappingarárið. Í hesum átta dystunum hevur Pogba skorað trý mál og hevur lagt upp til sjey mál.

 

Paul Pogba hevur tó ikki leikbann í Champions League, so hann fær spælt á Old Trafford týskvøldið, tá Manchester United tekur ímóti CSKA Moskva.