Týskvøldið klokkan 20 - tað er í annaðkvøld - verður poetiskt kvøld við upplestri í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tað verða tríggir yrkjarar, sum fara at lesa egnar yrkingar upp. Hesir eru Alexandur Kristiansen, Petur Martin Petersen og Edmund Joensen.
Rói Eliasen fer at spæla og syngja nøkur løg.
Alexandur hevur ríkað okkara skaldaheim við dygdargóðum yrkingum, bæði til vaksin og børn. Petur Martin hevur í fleiri ár havt yrkingar í bløðunum og hevur á ymiskan hátt fagnað fólki við yrkingum, eitt nú til føðingardagar, veitslur og felagsskap av ymiskum slag. Edmund er lærari í Fuglafjarðar skúla og hevur seinastu árini givið seg til kennar sum góður yrkjari.
- Við løtuna í Ribarhúsi í annaðkvøld verður eisini kaffi og jólaligar køkur.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri poetiska kvøldið í Fuglafirði.










