21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi frá kl. 19-21.
Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir áhugaverdir spurningar verða settir, so sum: hvaðani kemur íblásturin? og: hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?
Sissal Kampmann er í 2017 tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, sum kom í 2016. Hon hevur júst fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
Trygvi Danielsen er á gáttini við einum nýggjum savnið. Fyrsta savn hansara, The Absent Silver King, kom í 2013, og í 2014 fekk hann árligu virðislønina hjá Mentamálaráðnum til ungt listafólk.
Vónbjørt Vang er í gongd við sítt næsta yrkingasavn. Fyrsta savnið, Millumlendingar, kom í 2011. Hon er bókavørður á Býarbókasavninum, har hon millum annað hevur ábyrgdina fyri savninum av yrkingasøvnum.
Tiltakið verður týskvøldið 21. mars kl. 19. Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.