Podolski søkti sínar egnu

- Eg havi tvey hjørtu, eitt týskt og eitt pólskt. Tí frøir sigurin meg ikki meira enn at vit fingu trý stig, sigur Lukas Podolski, týskur landsliðsframherji. Í gjár søkti hann sínar egnu, tá Týskland vann við tveimum málum móti ongum á Póllandi

Fótbóltur

 

Fleiri undraðust, hví Lukas Podolski í tveimum førum ikki lat seg fagna sum málskjútta, tá Týskland sigraði á Póllandi í EM-endaspælinum í gjár. 23 ára gamli framherjin úr Bayern Munchen stóð fyri báðum málunum í 2-0 sigrinum.

Svarið er tó einfalt: Pólland er føðilandið hjá týska landsliðsframherjanum, og tað vóru tvær kenslubornar løtur, tá hann sendi framvið Artur Boruc.

- Eg havi tvey hjørtu, eitt týskt og eitt pólskt. Tí frøir sigurin meg ikki meira enn at vit fingu trý stig. Familjan er framvegis búðsitandi í Póllandi, segði Lukas Podolski millum annað á tíðindafundi eftir dystin.

 

Gjøgnumbrotið

Lukas Podolski er sonur fyrrverandi pólska fótbóltsleikaran Waldemar Podolski. Sum tvey ára gamalur flutti Lukas við familjuni til Týsklands, har tey síðan fingu týskan ríkisborgarskap. Núverandi týski landsliðsleikarin vaks upp í Bergheim, sum liggur nær býnum Köln.

Í 1995 varð hann knýttur av ungdómsdeildini í FC Köln, har hann átta ár seinni fyrstu ferð fekk møguleikan á besta liðið felagsins.

18 ára gamli og tá ókendi Lukas Podolski gjørdi um seg alt fyri eitt, og 10 mál í 19 dystum borgaði eisini fyri góðsku. Hóast frálíku hagtølini hjá framherjanum, so flutti felagið niður í næstbestu deildina, sum hann var við til at skjóta upp aftur millum tey bestu árið eftir. Í alt skjeyt hann 46 mál í 81 dystum fyri felagið.

Í 2006 skifti Lukas Podolski til týska stórfelagið Bayern Muncehen. Upphæddin var 10 milliónir pund. Hóast Hamburg, Werder Bremen og Real Madrid eisini sýndu framherjanum áhuga, so valdi hann týsku meistararnar, har hann serliga hetta seinasta árið hevur hann torført við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini.

 

Landsliðið

Eftir fleiri sannførandi avrik fyri FC Köln fingu pólskir miðlar í 2003 eyguni upp fyri Podolski, og skjótt varð rátt táverandi pólska landsliðsvenjarnum, Pawel Janas, at fáa hann at spæla fyri Pólland.

- Vit hava fleiri frálíkar framherjar í Póllandi, og eg dugi ikki at síggja, at eg skal úttaka hann, tí hann hevur staðið seg væl í einum ella tveimum dystum í týsku landskappingini. Hann eigur framvegis ikki fast pláss á liðnum hjá Köln, var aftursvarið hjá Janas.

Podolski og liðfelgararnir flutti niður úr Bundesliguni, men týski landsliðsvenjarin Rüdi Völler bar skjótt at. 4. juni í 2004 var framherjin fyri fyrstu ferð í týska landsliðsbúnanum. Við málunum móti Póllandi í gjár, hevur hann hesi fýra árini skotið 27 mál í 49 dystum fyri Týskland.

 

---

 

Fakta:

Navn: Lukas Podolski

Føddur: 4. juni, 1985

Pláss: Framherji

Felag: Bayern Munchen

Fyrrverandi feløg: 2003-2006, FC Köln