Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá, at ADHD snýr seg um uppmerksemistrupulleikar og ovurvirkni av motoriska systeminum. Heitið ADHD fevnir eisini um órógvið ADD og onnur órógv við.
Hoyr eisini: Poddvarp: Hoyr Tórmóð Stórá greiða frá um heilivág og ADHD
Verður ADHD ikki viðgjørt, vísa kanningar, at fortreytirnar fyri at klára seg í skúla ella arbeiðsmarknaðinum verða vánaligar, og tey tjena minni í miðal enn onnur í samfelagnum. Fleiri misbrúka eisini rúsevni fyri at klára tilveruna og fremja lógarbrot av ymsum slag. Eisini fáa tey oftari skaða enn onnur, tí tey hugsa ikki um avleiðingar og eru impulsiv, greiðir Tórmóður Stórá frá.
Hoyr poddvarpið við at trísta á pílin