Í gjár vóru myndir av Pluto sendar rúmdarstøðini NASA, tá ið kanningarfarið New Horizons fór framvið.
Fyrstu myndirnar vóru tiknar 68.000 kilometrar frá Pluto, og seinni út á náttina fingu tey fleiri myndir av Pluto úr styttri frástøðu.
Pól Jespersen, stjørnukønur, sum millum annað hevur givið bókina »Rúmdin - almenn stjørnufrøði« út, varð fyrr í dag gestur í tíðundunum á Rás 2.
Pluto varð uppdagað í 1930 av tá 26 ára gamla Clyde Tombaugh. Leingi varð mett, at Pluto var níggjunda og uttasta gongustjørnan í okkara sólarskipan, men í 2006 varð avgjørt, at Pluto ikki longur kundi metast, at vera ein gongustjørna.
Pluto var annars tann seinasta av teimum klassisku gongustjørnunum, ið USA ikki hevði kannað, og við myndunum er USA fyrsta land í heiminum, sum hevur gjørt kanningararbeiði av øllum teimum klassisku gongustjørnunum í okkara sólarskipan.