Nýggi Citroën C5 er ein stórur miðalklassa bilur, sum sær út sum ein týskur bilur bæði uttan og innan, men við tí eyðkenda komfortinum sum fransmenn eru kendir fyri. Hesin nýggi C5 er bæði størri og rúmligari enn forgangarin við sama navni.
C5 er ein bilur við koyrieginleikum og komforti á høgum støði. Bilurin fæst við tveimum ymiskum fjaðraskipanum, Hydractive 3-Plus, sum er ein hydraulisk skipan, og við vanligum undirvogni við stálfjaðrum. Báðar útgávurnar hava multilink hjólupphang framman og aftan, av sama slagi sum tann størri Citroën C6.
C5 hevur allar trygdarskipanir innbygdar sum standard sum t.d. sjey airbag.
Kabinan er gjøgnumførd, ergonomiskt rætt designað og kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum. Miðan í rattinum (rattnavið) er fast, eins og á Citroën C4, og flytur seg ikki tá rattið verður snarað til høgru og vinstru - smart og lætt at handfara.
Sjey motorar eru at velja ímillum, tríggir bensin og fýra diesel. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,8i við 127 hk, 2,0i við 143 hk og 3,0i V6 við 215 hk. Dieselmotorarnir eru hesir: 1,6 við 110 hk, 2,0 HDi við 138 hk, 2,2 HDi við 173 hk og 2,7 V6 við 208 hk.
Bilurin, sum vit royndarkoyrdu, var ein C5 Tourer (stationcar) við 2,0 litra HDi dieselmotori við 138 hk og hydrauliskari fjaðraskipan. Við einum snúningsmomenti upp á 320 Nm við 2.000 snún/min hevur motorurin stórt yvirskot av kraft og hoyrist nærum ikki undir koyring. Tað merkist, at stórur dentur er lagdur á ljóðdoyving.
Citroën C5 fæst sum sedan og stationcar. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við 280.000 krónur.