Pleaser vórðu ikki millum tríggjar teir bestu

Rokkbólkurin Pleaser úr Slagelse við føroysku brøðrunum Jens John Jakobsen og Arngrím Jakobsen varð ikki millum tríggjar teir bestu bólkarnar í Starfighters kappingini, sum varð hildin í sambandi við ársins Skanderborg Festival. Vinnari gjørdist danski elektroniski sveimandi poppbólkurin Sidste Ambulance.
Pleaser fær á Gaffa.dk ringasta ummælið av luttakandi bólkunum. Teir verða kallaðir ótíðarhóskandi, ikki serliga nýskapandi, óneyðuga sjálvhá-tíðarligir, útdateraðir og »en temmelig tynd omgang stadionrock«.
Eisini einstaklingaframførslurnar hjá føroysku luttakarunum verða tiknar fram. Um Jens John verður sagt, at hansara rødd er høvuðsparturin av bólkinum uttan at vera serliga sannførandi ella áhugaverd. Um gittarsoloirnar hjá Arngrími verður sagt, at tær er ekstremt einstáttaðar.
Pleaser fekk frá Gaffa.dk eina av seks møguligum stjørnum.

nud