Playstation til granskarar

Nýggju Playstation 3 frá Sony eru somikið kraftmiklar, at tær nú eisini verða nýttar av granskarum. Soleiðis hava lærdu háskúlararnir í Aalborg og Keypmannahavn júst útvega sær 30 Playstation hvør. Tær skulu tó ikki nýtast til spæl, men við at seta 30 av hesum saman fæst datamegin somikið langt upp, at talan í veruleikanum er um superteldur. Slík clusters av Playstations verða longu nýtt í USA, og er hetta ein loysn, sum er væl bíligari enn samkoyring av fleiri vanligum teldum.