Sambært Bloomberg News er Hugh Hefner við at sleppa sær av við lívsverkið Playboy, sum er hart rakt av lýsingar- og sølukreppu. Stjórin í felagnum, Scott Flanders, skal, eftir at hann gjørdist stjóri í summar, tá hann loysti dóttrina hjá Hugh Hefner, Christine, eftir øllum at døma hava leitað eftir einum keypara. Tann keyparin kann møguliga gerast mótafelagið Iconix Brand Group.
Slaturin, sum hvørki Playboy ella Iconix hava viljað gjørt viðmerkingar til, fekk prísin á virðisbrøvunum í Playboy at vaksa við 42 prosentum.
Upplagið av Playboy fall fyrra hálvaár 2009 við 9,2 prosentum til 2,45 milliónir eintøk í mund til sama tíðarskeið í fjør.
Lýsingahandilin minkaði við 33 prosentum til 34 milliónir dollarar ? umleið 170 milliónir krónur ? fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar.
Í mai mánaði ljóðaði tað frá útgevaranum, at gongdin gav orsøk til at umhugsa at vaksa um prísin, minka upplagið ella útgávutíttleikan.
Tað var heilt afturi í 1953, at Hugh Hefner gav Playboy út á fyrsta sinni, og fyrsta kvinnan á forsíðuni var sjálvasta Marilyn Monroe.