Nýggja dansistaðið fer hetta kvøldið at lata seg inspirera av Hugh Heffner, sum er kendur fyri blaðið Playboy, og tí verður tað ein serligur playboy-stílur hetta kvøldið.
– Fyri at seta ein serligan dám á kvøldið fara starvsfólkini í Valhøll verða ílatin sum playboymodell, og fólk, ið eru í sokallaðum »bunny suits« sleppa inn ókeypis, sigur ein av fyrireikarunum, Allan Hjaltalin, sum roknar við einum spennandi temakvøldi.
Fer at seta serligan dám á verður ein mótaframsýning við undirklæðum frá handlinum Siri, har vøkur føroysk modell fara at sýna fram tað coolasta innan undirklæði.
Seinni hetta kvøldið fer danmarksmeistarin í striptease, Daniel, at framføra, og hann lovar sambært Allani Hjaltalin eitt fantastiskt show.
Remy á Kamarinum og Allan Hjaltalin, sum eru menninir handan Valhøll, siga seg vera ikki sørt spentar til hetta tiltakið, sum er fyri øll eldri enn 18 ár.