Play-off dystirnir fastlagdir

Lutakast hevur verið um play-off dystirnar, har vinnararnir spæla seg víðari til EM-endaspælið í Ukreina og Pólandi í summar. Her fæst eitt yvirlit yvir, hvørji lið møta hvørjum og nær tey spæla. Talan er um fýra dystir og eru teir hesir:

 

Turkaland – Kroatia

Estland – Írland

Kekkia – Montenegro

Bosnia Hersegovia – Portugal

 

Á heimasíðuni hjá UEFA hefta tey seg við, at dysturin millum Turkaland og Kroatia verður ein endurtøka av minniligu fjórðingsfinaluni í EM-endaspælinum 2008, tá Turkaland spældi seg víðari eftir brotssparkskapping.

 

Fyrstu dystirnir verða spældir 11. og 12. november og returdystirnir verða avgreiddir 15. november.

 

Liðini, sum higartil hava tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum, eru Spania, Týskland, Russland, Italia, Frankaríki, Holland, Grikkaland, Ongland, Danmark og Svørríki. Ukreina og Pólandi eru vertir og sostatt eisini tryggjaði luttøku.