Týsdagin 23. januar, kl. 21:15 spæla Play Boys á Reinsarínum í Havn.
Tann 2. november í 1981 vann Play Boys SMS Kappingina. Bólkurin vandi til kappingina um heystið 1981 í gomlu Perluni, har sum Havnar Jazzfelag húsaðist tá. Stutt eftir hetta fóru dreingirnir at spæla við øðrum bólkum, so sum Funkies, Teinar, Orion og øðrum. Bólkurin Plúmm bleiv stovnaður í 1984 við stórt sæð somu manning. Fleiri teirra spældu eisini við Terji & Føstufressar.
Play Boys fer at spæla nøkur egin løg umframt eitt úrval av soul, funk, blues og jazz løgum hjá Al Jarreau, Robben Ford, Sting og øðrum.
Atgongumerki fæst við dyrnar.
Jazzpass til allan Vetrarjazz festivalin fæst á atgongumerki.fo











