Plátubarrin 10 ár í dag

Sendingin er vorðin ein lívsstílur.

Mynd tikin í Salt, tá Jákup, saman við Ólavi Rasmussen, skipaði fyri Café SALT í 2021. (Mynd: Dagfinn Olsen)

Í dag eru 10 ár síðani fyrsta sendingin hjá Jákupi Magnussen, við heitinum Platubarrin, fór í luftina.

 

Upprunaliga var sendingin 3 tímar til longdar. Í dag er hon seks tímar, men konseptið líkist sær sjálvum.

 

Við Kvf segði Jákup Magnussen í dag, at sendingin er vorðin ein lívsstílur hjá honum.

 

Eisini segði hann, at í minsta lagi 50 tímar verða brúktir til hvørja sending.

 

Og til sendingina nú leygarkvøldið er serstøk skrá, og hon er kunngjørd á facebook-vanganum hjá Plátubarrini:

 

20.00: Brot úr fimm føroyskum samrøðu-Temaplátum.

 

20.54: Temaplátan: Discovery, E.L.O., 1979.

 

21.45: Kim Hansen spælir lurtaraynski til kl. 23.45. Yvirlit kemur á FB.

 

00.30: Hálvantímatáttur: Blandað við Yes, Guns, Whitesnake, Jett o.ø.

 

01.05: Lurtaraynski til kl. 02.05 (sum vanligt).

 

NB: Teir tveir tímarnar Kim Hansen er saman við okkum verða eisini vanlig lurtaraynski spæld.

 

##med2##

 

Mynd tikin í Salt, tá Jákup, saman við Ólavi Rasmussen, skipaði fyri Café SALT í 2021. (Mynd: Dagfinn Olsen)

Mynd av Facebook-vanganum hjá Plátubarrini