Platon í føroyskum koti

Ætlanin hjá Janusi Djurhuus um at lata gitnað heimspekingin Platon í føroyskt kot er nú at fáa í nýggjari útgávu frá forlagnum Fróðskapur



Í 1929 skrivaði Janus Djurhuus skemtandi í brævi, at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”. Ivaleyst var hann longu tá byrjaður at týða Platon, tí í árunum 1931 til 1935 lat Janus Djuruus enn færri enn fimm týðingar av gitnað heimspekinginum úr hondum. 



Moralur, ást og talukynstur

Hesi fimm verkini gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók við heitinum Platon: Drykkuveitslan og aðrar samrøður. Savnið umfatar Verjurøða Sokratesar. Kriton - Faidon sum kom út í 1931. Verjurøðan er tann røðan, sum Sokrates helt fyri dómarunum í Athen, tá ið hann var ákærdur fyri at spilla ungdómin og avnokta gudarnar. Í síni mælsku og speisku røðu vildi Sokrates ikki ganga frá sínum hugsanum um rætt og skeivt og varð dømdur til deyða.

“Kriton” er samrøðan millum vinmannin við hesum navni og Sokrates, eftir at Sokrates er deyðadømdur og situr í fongsli. Kriton sættar seg als ikki við, at Sokrates skal doyggja. Hann roynir tískil at finna útvegir, og vil til dømis hava Sokrates at flýggja. Men Sokrates sannførir Kriton um, at tað rætta er at taka við dóminum og ikki at bróta landsins lóg.

“Faidon” er um síðstu løtur og deyða Sokratesar. Vinmaður hansara, Faidon, ið var hjástaddur, tá ið hann doyði, sigur frá, hvussu Sokrates skemtaði, tosaði álvara og uggaði sorgarbundnu vinir sínar, áðrenn hann tømdi eiturdrykkin.

Við í savninum er eisini ”Symposium – Gorgias”, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn gav út í 1935. ”Sýmposion” ella ”Drykkjuveitslan” er ein røð av, talum um ástina frá ymsum heimspekiligum, natúrspekiligum, mýtiskum og skaldsligum sjónarhornum. Av teimum er røðan hjá Sokratesi tindurin.

Evnið í “Gorgiasi” er talukynstrið – røðulistin. 



Øll kunnu vera við

Hóast hugmyndirnar hjá Platon ofta flúgva høgt og heimspekin stingur djúpt, er bókin skrivað einfalt og livandi, so øll kunnu vera við.

Umframt platontýðingarnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar.

Jógvan Hansen, heimspekifrøðingur, skrivar um lívssøgu Platons, hugmyndafrøði hansara og tann týdning, hann fekk. Bergur D. Hansen, søgufrøðingur, skrivar um søguna hjá forna Hellas, serliga tað fólkaræðisligu stýrislagið í Athen.

Aftast í bókini er listi við frágreiðingum um nøvn og hugtøk í bókini.