UEFA-forsetin, fraklendingurin Michel Platini hevur nú eina loysn uppá, hvussu ein kann minka um talið av mistøkum hjá fótbóltsdómarunum. Gjøgnum fleiri ár hevur verið drúgt kjak í fótbóltsheiminum, um hvussu ein fær talið av dómaramistøkum niður. Nýtsla av sjónbondum, og onnur tøkni hevur eisini verið nevnd. Kortini hevur verið stór ósemja um hetta.
Men nú hevur Michel Platini skorið ígjøgnum, og skotið upp, at fleiri dómarar skulu verða á vøllinum: - Okkum tørvar ikki tøkni, okkum tørvar fleiri dómarar. Um vit øktu talið av dómarum til dystirnar, so høvdu 80% av dómaramistøkunum horvið. Sigur UEFA-forsetin við italska ítróttarblaðið, Corriere dello Sport.
Platini nevnir sum dømi málið, sum Inter-spælarin, Adriano skoraði ímóti Milan farna vikuskiftið. Adriano brúkti hondini, men dómari sá ikki tilburðin, og dømdi mál til Inter.