Platini vil hava fimm dómarar

Nýggi UEFA-forsetin, Michel Platini, vil hava fimm dómarar á vøllin undir einum fótbóltsdysti fyri at koma mistøkum til lívs
Undan forsetavalinum í eurpoeiska fótbóltssambandinum UEFA lovaði Michel Platini at broyta fótbóltsheimin, og nú er Platini til reiðar við einum nýggjum uppskoti.
Hann vil hava, at dómarabólkurin til ein fótbóltsdyst, sum higartil hevur talt tríggjar dómarar á vøllinum, skal vaksa upp í fimm. Umfram tveir hjálpardómarar og ein dómarar, skulu tveir dómarar afturat á vøllin, og teir skulu serliga fylgja við spælinum í brotsteignum.
Platini er ímóti, at sjónvarpsupptøkur verða brúktar undir einum dysti til at døma truplar hendingar undir einum dysti. Hann vil heldur hava fleiri fólk á vøllin.
Uppskotið hjá Platini verður lagt fram á einum UEFA-fundi í Manchester í næsta mánaði.