Platini ætlar sær til Føroya

Í sambandi við forsetaskiftið í FSF vóru formaðurin og aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandinum í mai-mánaða á fundi við Michael Platini í Geneve

Millum annað bjóðaði franski forsetin í UEFA at vitja í Føroyum í mars komandi ár, um tað mundi, tá UEFA ársfundurin verður í Keypmannahavn. Platini staðfesti eisini, at UEFA fegin vil verða við til at menna føroyskan fótbólt. Teir vilja fegin hjálpa við innandurahallum, sum stórur eftirspurningur er á í løtuni. Hetta stendur í fyrstu útgávuni av Gleipnir, sum er sent øllum limafeløgunum hjá FSF.