Platini hugsar um smáu tjóðirnar

Fótbóltssambandið fer í næsta ár at seta upp ljósmastrar kring Tórsvøll, og tað er millum annað orsakað av stuðlinum hjá UEFA.

 

Christian Andreasen, forseti í føroyska Fótbóltssambandið, segði á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjár, at tað er umráðandi fyri Føroyar, at Michel Platini, forseti í UEFA, tímir at vitja her.

 

- Fótbóltssambandið ynskir, at sambandið við UEFA er so gott sum tilber, og ein slík vitjan er ein liður í at styrkja sambandið, segði Christian Andreasen.

 

Platini fór úr aftur Føroyum í gjárskvøldið. Hann handaði Fróða Benjaminsen, liðskipara hjá HB, føroyameistarasteypið í gjár.