Tað hevur týdning, at oddamenn í altjóða fótbólti vísa Føroyum ans. Umráðandi er eisini, at teir við egnum eygum síggja tær umstøður, sum fótbólturin verður íðkaður undir heima hjá okkum og hvønn áhuga, hann hevur millum ítróttafólk og áskoðarar.
Má siga, at teir nýggju vindarnir í FSF tykjast flógvir. Christian Andreasen, forseti, hevur saman við sínum monnum dugað at fáa oddamenn í bæði UEFA og FIFA upp í vindin. Tað elvir til vónir um, at vit í Føroyum sum frálíður fara at fáa breiðari ágóða av altjóða limaskapunum.
Eitt er tann margfalda luttøkan í allahanda fótbóltskappingum, sum vit eftirhondini eru komin væl við í. Vit mugu rokna við at leggja rygg til eina fleingju av og á, men heldur enn at gevast á hendur eiga vit at seta miðini fremri.
Til tess krevjast møguleikarnir at íðka fótbóltin undir góðum og tryggum umstøðum. Pengamaskinurnar UEFA og FIFA eru vanliga ikki smátøknar, tá tað snýr seg um útvegan av slíkum kørmum. Teirra endamál er jú at breiða íðkanina av fótbólti so víða, sum til ber.
Í fleiri førum eru vit eftirbátur í so máta. Tað stendst ikki minst av, at landsins myndugleikar hava tikið av ta almennu skipan, sum var um stuðul til ítróttabyggingarnar og tílíkt. Nú kemur bara onkur hissini játtan av og á, oftast ript úr øllum samanhangi, og stórur vandi er fyri stagnasjón yvir alla linjuna. .
Tí er tað sera áhugavert, at ein maður sum Michel Platini saman við næstu embætisfólkum sínum í evropeiska fótbóltssambandinum UEFA tekur sær stundir at koma til Føroya at kunna seg við umstøðurnar, sum hann nokk hevur hoyrt um, men ikki upplivað sjálvur.
Tað kann bara vera okkum til fyrimunar, og skilti eg hann rætt hendan dagin, so fór hann at gera sítt til, at smátjóðir sum Føroyar ikki verða settar á síðulinjuna í altjóða kappingum. Og hann legði aftrat, at mál av slíkum slag hevur ikki verið fyri á nevndarfundum hjá teimum.
Á hin bógvin var hann fyri at spjaða til karmarnar fyri fótbóltinum í Føroyum. Vit síggja tað allastaðni, har okkara lið kappast í Evropa, at meginstadion og stadion yvirhøvur verða endurnýggjað ella nýbygd, so umstøðurnar at spæla, hyggja og bera víðari eru í toppi.
Hendan dagin kom Platini úr Íslandi, har umstøðurnar kring tjóðarvøllin í Laugardali júst eru dagførdar, og hann rósti íslendingum fyri, at teir hava útvegað sær hallir til fótbólt.
Hann helt, at hetta er ein leið, sum føroyingar eisini eiga at ganga, og vísti á, at skalt tú standa teg nóg væl í altjóða fótbólti, so mást hava umstøður at spæla alt árið.
Platini tók til, at hallirnar og betri vøllir hava havt við sær, at Ísland hevur spælt seg til endaspælið fyri U21-landslið m.a. við at sláa út Týskland, sum hevur verið mett sum fyrimyndin fyri ungdómsfótbólti. Tað er óhoyrt.
Hvat kemur so burtur úr hesi stuttu, men forkunnugu vitjanini hjá Platini, sum eisini hevði nevndarlimin í UEFA, danska Allan Hansen við í ferðalagnum?
Tað veldst um okkara hegni at leggja ætlanirnar og bera málini fram.








