Platini eygleddi Petur

Talan var um fyrstu altjóða uppgávuna hjá Peturi Reinert, og var hetta ein dystur millum FKI Vetra úr Litava og Llanelli úr Wales. í InterToto-kappingini.

Millum teir 1600 áskoðararnar var sjálvur UEFA forsetin Michel Platini.

Hann var í Vilnius, tí ein fótbóltsskúli varð lætin upp um hetta mundið..

Og so valdi hann at leggja leiðina framvið Vetra stadion, har hann sá heimaliðið vinna 3-1.

Hjálpardómarar hjá Peturi Reinert vóru Jens Albert Simonsen og Regin Egholm.