Platini dómurin endaligur

Michel Platini er ikki longur UEFA forseti

Michel Platini hevur endaliga uppgivið postin sum forseti í UEFA, sum er fótbóltssamgongan hjá Evropa. Fraklendingurin er dømdur fyri, at hava tikið móti mutri frá ongum minni enn Sepp Blatter.

 

Michel Platini, sum ætlaði sær FIFA forsetapostin fyri kortum, hevur verið í ítróttatdómstólinum, har hann hevur kært dómin hjá FIFA, at banna honum frá fótbólti í átta ár.

 

Fyrst kærdu hann og Sepp Blatter til kærunevndina hjá FIFA. Har bleiv dómurin minkaður við tveimum árum. Dómurin bleiv síðani kærdur til ítróttardómstólin, har Michel Platini fekk revsingina minkað niður í fýra ár samanlagt.

 

Samstundis hevur fyrrverandi liðskiparin á franska landsliðnum lagt frá sær sum forseti í UEFA. Sepp Blatter bíðar framvegis er úrskurðinum frá ítróttardómstólinum.

 

Málið snýr er um, at Michel Platini móttók eina hýru upp á yvir tíggju milliónir krónur fyri ”ráðgeving” til Sepp Blatter og FIFA frá 1998 til 2002. Hesum metir bæði FIFA og ítróttardómstólurin ikki fór rætt fram.

 

Gianni Infantino er í dag FIFA forseti við stuðli úr millum annað føroyska fótbóltssambandinum.