Næsta ár verður forsetaval í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, har Sepp Blatter hevur verið forseti seinastu 16 árini. Hóast Sepp Blatter er 78 ára gamal, so hevur hann boðað frá, at hann stillar upp aftur til valið komandi ár.
Fleiri evropeisk fótbóltssambond hava víst ónøgd við avgerðina hjá Sepp Blatter, og hava tey í tí sambandi mælt UEFA-forsetanum, Michel Platini, til at bjóða honum av um at fáa forsetasessin í FIFA.
Hetta verður tó av ongum. Á tíðindafundi í dag boðaði Michel Platini frá, at hann hevur ætlanir um at halda fram sum UEFA-forseti og tískil stilla upp aftur til valið um forsetasessin í UEFA, har hann hevur sitið síðani 2007.