Platform bjóðar "flúgvandi" mandlugávu

- Kemur tú til jólaborðhald á Platformi, geva vit tær eitt ógloymandi kvøld ? alt á einum staði, sigur verturin, Havgrímur Johannesen

Jólaborð

Platform fer í ár at hava fimm jólaborðhald. Tað fyrsta verður, 29. november og hini ávikavist 5., 6., 12. og 13. desember.
- Vit bjóða tykkum eitt ógloymandi kvøld, har alt er á einum staði. Tú kemur í góðum lag, og vit syrgja fyri restini, sigur verturin og eigarin, Havgrímur Johannesen.
Á skránni øll kvøldini verður vælkomstdrykkur, fjølbroytt matarskrá, kabarett við Bárði Persson og Hans Tórgarð.
Eisini verður undirhald við Bárði Persson og felagssangur, sum Stamen Stantchev stendur fyri.
Eftir borðhaldið verður dansur, og her hava gestirnir høvi at velja ímillum gamlamannadans ella diskotek.
- Hvørt kvøld verður mandlugávan ein ferð við Maersk Air til Keypmannahavnar og aftur, sigur Havgrímur Johannesen.
Til dansin í Platformi í sambandi við jóladøgurðarnar spæla hesir bólkar, 29. november (Driv), 5. desember (Brim), 6. desember (Moonshot & Tunderbirds), 12. desember (Ólavur Øster Band) og 13. desember (Enjouers).
- Vit gleða okkum at gleða tykkara starvsfólk, sigur verturin í Platformi.
Kostnaðurin fyri jólaborðhaldini er 375 krónur fyri hvønn.