Í sendingini ?Vinstra Vìkiskylda? á Rás2 í mikudagin kl. 15.15 verður evni plastikskurðviðgerð á skránni. Tosa verður við eina føroyska gentu, ið hevur økt bróstini í Artharmonia í Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Gentan fer at greiða frá hennara royndum við happing, og hvussu støddin á bróstunum hevur givið henni sálarligar trupulleikar alt hennara vaksna lív.
Eisini verður ein samrøða við Eliesar Olsen, skurðlækna á Artharmonia í Klaksvík, ið greiður frá hvussu áhugin hevur verið fyri teimum ymsu skurðviðgerðunum, ið Artharmonia hevur at bjóða føroyingum.
Spurningurin handan plastikskurðviðgerð er, um tann ið ynskir skurðviðgerð ger tað orsaka av útsjóndarligum orsøkum, ella talan er um sálarligar trupulleikar hjá teimum, ið ynskja at broyta kropp sín.
Hetta verður viðgjørt í sendingini ?Vinstra Víkiskylda? í morgin, umframt at pínligar spurningar verða settur einum kendum politikara, eins og vanligt hevur verið í sendingini.
Lurta eftir Rás2 í morgin kl. 15.15 ? 17.00, vertir eru Barbara Holm og Tjóðhild Patursson.
Rás2 ? títt radio










