Hvørki Skála ella KÍ hava heiðursmerki ella vandan fyri niðurflyting at spæla fyri og ímóti. Í báðum førum hevur talan verið um meiri soltið kappingarár, har úrtøkan í nøkrum umførum á rað var so mikið trivalig, at tað eydnaðist at sleppa undan niðurflytingini, sum spøkti.
Tá ið hesi feløgini hittast á Skála seinnapartin fer at verða telvast um plaseringarnar. Skála er á 6. plássinum, og KÍ er á 7. plássinum. Felags fyri bæði liðini er, at tey framvegis hava møguleika at røkka upp á 5. plássið, sum GÍ nú er á, og at tað er møguleiki fyri, at tey kunnu detta niður á 8. plássið.
Tá ið KÍ fyrr í summar vitjaði á Skála, vann heimaliðið 1-0. Tá ið Skála fyrr í summar vitjaði í Klaksvík, vann heimaliðið 1-0.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur KÍ einki fingið burturúr. Málmunurin hevur verið 3-12!
Burtur úr trimum teimum seinastu ferðunum hevur Skála fingið fimm stig ? 1-0 í Vági, 1-1 í Gundadali ímóti B36 og málleysur javnleikur á heimavølli ímóti B71.
Á Skála er saknur í Arnholdi Berg og Paula G. Hansen, sum báðir eru skaddir. Í Klaksvík er Símun Joensen leikbannaður, og John Hammer er burturstaddur.









