Plantusøla og ponyríðing í Kollafirði

Leygardagin verður skipað fyri familju- og marknaðardegi í ítróttarhøllini í Kollafirði, og her vera nógv tiltøk á skránni. Sum tit kunnu lesa aðrastaðni í Summarkappingini, so vera fleiri stuttlig og hugnalig tiltøk inni í sjálvari høllini. Av hesum kunnu nevnast loppimarknaður, hoppi- og skreiðiborgir, myndir vera vístar fram og tílíkt.

Tvey góð og hugnalig tiltøk vera eisini á økinum uttan fyri høllina. Her fer KÍF millum annað at skipa fyri plantusølu. Felagið hevur fingið trø og runnar til høldar frá gróðurstøðini í Hoydølum, og hesi vera til sølu leygardagin. Gróðurstøðin selur trø og runnar, sum egna seg til føroysk viðurskifti, og hetta er eisini vørumerkið hjá gróðurstøðini. KÍF hevur keypt á leið 200 trø og runnar, sum verða til sølu á familju- og marknaðardegnum.

Umframt at selja trø og runnar á plantusøluni, fer felagið eisini at selja summarblomstur til urtagarðin, sum tað hevur keypt frá Dáanum í Sandavági. Um fólk ivast í, hvat tey skulu keypa, so vera køn fólk á staðnum, sum fara at kunna fólk um runnarnar, trøini og summarblomstrini.

Plantusølan er serliga fyri tey vaksnu, men eitt tiltak verður eisini fyri børnini uttan fyri høllina. KÍF fer nevniliga eisini at hava ponyríðing á økinum. Her fáa børnini møguleikan at ríða sær ein túr á økinum kring ítróttarhøllina.