Tað sást í miðbýnum í Havn, at nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og at nøkur høvdu havt ríkiliga nógv innanborða. Veðrið var eisini til at vera úti.
Ein harmilig sjón var við Kafe Vágsbotn. Har vórðu fleiri plantur skræddar upp. Summar lógu í túninum og rókust, og aðrar flutu á sjónum.
Borið var skjótt at í morgun við at seta plantur uppaftur.