Plantuføði til alifisk

Fóður

Ein fjórðingur av tí fiski, vit eta, kemur frá aling kring um í heiminum. Tí kundi onkur hildið, at veksandi alingin lættir um trýstið á vanligu fiskastovnarnar.
Men so er ikki.
Fyri at ala eitt kilo av laksi ella sílum, brúka vit trý kilo av fóðurfiski, t.v.s. fiski, sum verður veiddur til fóður fyri, at vit kunnu fóðra fiskin í aliringunum.
Úti í heimi eru tankar frammi um, at alifiskur í framtíðini skal fóðrast við ymiskari plantuføði, soleiðis at eitt nú aldur laksur og síl gerast vegetatar ella plantuetarar.