VÁRIÐ
Áhugin fyri urtagarðinum og plantum økist nógv júst hesa tíðina á árinum, tá fólk aftur fáa hug at fara út í urtagarðin at dálka fingrarnar.
? Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at fólk leggja eina ætlan frammanundan, hvussu tey ætla sær, at urtagarðurin skal síggja út, sigur royndi urtagarðsmaðurin Michael Jacobæus. Hann er útlærdur landslagsarkitektur ella urtagarðsfrøðingur.
Michael Kjøller Jacobæus hevur urtagarðarnar hjá kommununi í Havn um hendi. Nógvar vakrar blettir í Havn hevur hann saman við arbeiðsmonnum hjá kommununi gjørt, og tað er mangan ein frægd fyri eygað hjá okkum, ið ganga framvið ella njóta góðveðrið í einum urtagarði. Hansara uppgáva er at skipa fyri røktini av urtagørðum í býnum, og hann stendur eisini fyri nýggjari planting.
Í hesum døgum fáa fólk størri áhuga fyri urtagarðinum og fyri at plantum sum heild, nú landslagið grønkast og blómur spretta. Í hesum sambandi hava vit fingið Michael at geva okkum nøkur góð ráð.
Trøini skulu plantast tætt
At planta trø hevur fleiri góð endamál. Eitt er, at trøini hjálpa móti vakstrarhúsárininum, sum hitar jarðarklótuna upp. Annað er, at trø eru vøkur at síggja í landslagnum. Tað triðja er, at tey geva góða lívd fyri tí nógva vindinum, sum vit hava í Føroyum.
? Trøini taka broddin av tí ringasta, tá nógvur vindur er, og tað kann hava stóran týdning fyri restina av urtagarðinum, sigur Michael, sum vísir á, at tá farið verður undir at planta urtagarð, so skal fyrst hugsast um at geva garðinum lívd fyri vindi.
Hetta gerst best við at planta nógv trø tætt saman. Hetta hevur við sær, at restin av urtagarðinum fær frið, og umstøður av vaksa betrast munandi. Tað er umráðandi, at trøini standa tætt saman, tí annars fæst ikki tann rætta lívdin. Trø og buskar skulu plantast tætt í fleiri røðum við harðbalnum plantum.
Eitt mistak, sum nógv fólk hava lyndi til at gera, er, at trøini standa spjadd runt, og tí sleppur vindurin ov lættliga ígjøgnum. Fólk hava ofta hug at planta eitt træ í senn og síðani fylgja við, hvussu tað gongur tí, áðrenn tey planta fleiri, men hetta er skeiv mannagongd.
Um man býr í einum øki við nógvum vindi, skal man fyrst leggja seg eftir skapa lívd við at planta trø og bíða við at planta tær veikaru planturnar. Saman við einum góðum hegni fæst góð lívd eftir 5-7 ár.
Fleiri urtagarðar í Havnini liggja í lívd fyri vindinum, og Michael vísir okkum nakrar, sum liggja í lívd aftanfyri trø, sum eru sett í jørðina við júst tí fyri eygað.
? Tað ber altíð til at finna tey røttu træsløgini, sum hóska til júst tín urtagarð, tí sløgini eru so nógv, og vit hava tey flestu her í Føroyum, sigur Michael.
Hann vísir á, at ein skúlagarður, sum áður lá sera ábart, nú er vorðin ein blettur við stilli, eftir at trø eru plantað framvið garðinum.
Broytir veðurlagið
Michael vísir eisini á, at føroyingar ikki skulu apa sær eftir urtagørðum, sum teir hava sæð í útlondum, har vøksturin er heilt øðrvísi. Hetta ber ikki til í Føroyum vegna serliga veðurlagið. Heldur skal man leggja seg eftir at hava harðførar plantur og trø, sum klára seg í føroyska veðurlagnum.
? At planta nógv trø kann broyta veðurlagið á einum lítlum bletti. Hetta hava vit fleiri dømi um. Vit síggja til dømis í økjum við nógvum nýggjum húsum, at vindurin fær fríari ræsur, tí fólk enn ikki hava havt tíð at planta trø. Í økjum, har fólk hava plantað nógv trø, er hinvegin fjálgari, tí trøini kunnu beinleiðis broyta mikroveðurlagið á einum lítlum bletti.
Fólk bíta sjáldan merki í ta ovurstóru ávirkan, sum trø kunnu hava á nærumhvørvið og urtagarðin.
Í hesum sambandi nevnir gartnarin ta lítlu viðarlundina við Vesturkirkjuna. Har eru grønur bøur við trøum rundan um. Har leita fólk sær mangan ein góðan summardag, tí trøini geva góða lívd, og tí er næstan altíð stilli á einum slíkum stað.
Michael Jacobæus gevur fólki tey ráð, at tað er umráðandi at ráðføra seg við onkran, sum hevur kunnleika til urtagarðar og plantur, um man er í iva, áðrenn farið verður undir at planta trø. Hetta gevur altíð besta úrslitið.
Ein svensk kanning vísir, at hús við tøttum vøkstri rundanum spara nógvan hita. Sparingin kann vera so stór sum 30 prosent, so peningur er eisini at spara í plantingini.
Lítið arbeiði
Fólk eru ofta bangin fyri, at trøini krevja størri orku at røkja enn ein grasvøllur. Hesum vísir hann tó aftur, tí tá trøini einaferð hava fingið eina ávísa hædd, passa tey seg sjálv. Ein grasvøllur skal hinvegin sláast minst einaferð um vikuna í summarhálvuni alt lívið. Trøini krevja eitt sindur tey fyrstu árini, men krevja síðani ikki tað stóra.
Røktarleiðarin heldur, at tað er umráðandi, at fólk verða upplýst um, hvussu tey skulu fara fram í urtagarðinum, og tí er hetta sera aktuelt at tosa um hesa árstíðina.
Hann vísir harumframt á, at trøini áttu at verið gagnnýtt nógv meira á stovnum, sum hevði givið børnum betri møguleikar at vera uttandura, og kring ítróttarøki í Føroyum. Stovnar eru farnir undir hetta, men hann nevnir vøllin í Gøtu, sum eitt dømi, har trø kundu givið nógva lívd fyri vindi.
Hann minnist afturá, at fyri 20-30 árum síðani vóru fleiri, ið hildu, at trø als ikki vóru hóskandi í Føroyum, men hetta sjónarmiðið hoyrist ikki nógv til longur.
? Tað ber til at leggja nágreiniligar ætlanir fyri, hvussu urtagarðurin skal vera, áðrenn farið verður at planta, og at planta trøini tøtt er sera umráðandi, sigur Michael Jacobæus at enda.
? Um urtagarðuin verður væleydnaður er tengt at, at tú velur tær røttu planturnar til júst hetta endamálið, at tú fyrireikar moldina, sum tú plantar í, og at tú hjálpir plantunum ávegis við at lúka og taða, sigur Michael Jacobæus.