Átakið Plantið eitt træ fekk aftur í ár sera góða undirtøku, tá borgarar í høvuðsstaðnum kundu fáa ein plantupakka.
Hetta tiltakið byrjaði í gjár, tá eini 100 børn plantaðu sær eina plantu í grøna kova at taka heim við, og umleið 1200 plantupakkar vórðu latnir út.
- Hetta er munandi meira enn seinasta ár, verður upplýst.
Men átakið steðgaði ikki har, tí í morgun fóru borgarstjóri, býráðspolitikkarar og starvsfólk í umsitingini hjá kommununi út at seta trø og runnar niður.
Millum tey støðini, har plantað varð, var við Tórsbreyt, har runnar vórðu plantaðir millum trøini, sum vórðu plantað seinast átakið varð hildið.










