Planta eitt træ í Klaksvík

Í morgun kl. 9 møttu hópin av fólki upp framman fyri Kunningarstovuna í Klaksvík, har býargartnarin, Hans Hjaldi Skaale bjóðaði heili 200 runnar til tey, sum møttu upp, at seta niður.

Í morgun kl. 9 møttu hópin av fólki upp framman fyri Kunningarstovuna í Klaksvík, har býargartnarin, Hans Hjaldi Skaale bjóðaði heili 200 runnar til tey, sum møttu upp, at seta niður.
 
Hetta var ein liður í umhvørvisvikuni, sum í ár hevur havt undirheitið “Slóða fyri”. Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og at vit í hvør sínum lag at slóða fyri.
 
Høvuðsevnið í ár hevur “vit og skil”. Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.
 
Skráin kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER