Planki á bátabrúnni brotnaði

- Tað var kolandi stormur í Fuglafirði eina løtu tíðliga seinnapartin í dag, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted.

- Tað var kolandi stormur í Fuglafirði eina løtu tíðliga seinnapartin í dag. Hann lá oman úr Skarðinum, og eg haldi,  at mesti vindurin var millum klokkan 14 og 16, tá hann minkaði aftur.

 

Tað sigur havnarmeistarin í Fuglafirði, Rólant Højsted. Hann vísir á, at meðan vindurin var mestur, einar 30 metrar um sekundið, brotnaði ein planki, sum ein av bátabrúgvunum í bátahylinum var fest í.

 

- Hetta eru nýggjar brúgvar, sum lagdar eru út í bátahylin. Tað var ein nokso stórur bátur, sum lá við júst hesa brúnna, og tá vindurin lá oman úr Skarðinum, lá hann út eftir fjørðinum og beint inn á síðuna á bátinum.

 

Rólant Højsted sigur, at brúgvarnar annars hava riggað væl í vetur, men okkurt smávegis hevur verið at hugt upp á. Hann væntar, at tá veturin er av, verður farið at eftirmeta, um onkrir plankar møguliga skulu styrkjast.

 

- Plankin, sum brotnaði í storminum seinnapartin í dag, er longu skiftur, og bátarnir liggja tryggir aftur. Í slíkum vindi sum í dag kann alt henda, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted.