Planet gallamóti!

Tá ið eitt gallatiltak sum Planet Awards fer av bakkastokki, eru gestirnir sjálvsagt klæddir í galla.

Sum heild kann sigast, at hóast fólkini ikki vóru líka gallaklædd sum í fjør, var stílurin elegantur, og nakað av 60’ara stíli sást ganga aftur. Svarti kjólin í ymiskum stuttum síddum við belti um miðjuna var avgjørt eitt hitt, tí hann var fleiri ferðir at síggja. Litirnir vóru fyri tað mesta myrkir; tó vóru nakrir hvítir, bláir, grønir og reyðir kjólar eisini at síggja.

Tað var eisini stuttligt at síggja, at summi mannfólk høvdu gjørt meira burtur úr klæðunum enn vanligt; millum annað var ein hvítur klædningur at síggja í myrku mannamongdini.