Nýggja ungdómssíðan hjá Føroya Tele og Sosialinum hevur fingið sera góða byrjan, síðani hon varð løgd á netið fyri einari góðari viku síðani. Síðan er úrslitið av einum samstarvi millum Føroya Tele og Sosialin.
Og tað var vorðið sum byrjan, tí hesar fyrstu dagarnar hava umleið 2000 fólk dagliga vitja Planet.fo. Tað eru 10 ferð so nógv fólk, sum vitjaðu gomlu Planet-síðuna.
Ein táttur á síðuni er eitt kjak, og har hevur eisini stórur áhugi verið fyri at sleppa uppí. Fleiri enn 700 fólk hava skrásett seg í kjakinum, sum gongur lívliga um tónleik, sms-boð og onnur evni.










