The Dreams teljast millum fremstu føroysku tónleikanøvnini uttanfyri Føroyar, og í kvøld varð eisini staðfest, at teir eru bestir í Føroyum. Á Planet Awards hava teir júst vunnið heiðurin sum Ársins bólkur.
Føroyski rockbólkurin buldrar fram uttanlands, og teir hava av álvara vunnið seg seg inn á týska marknaðin. Í heyst hava teir havt nógvar framførslur kring Týskland, og sangir hjá teimum eru givnir út har. Í Danmark eru teir framvegis eitt populert navn, samstundis sum onnur lond vísa áhuga fyri føroyska rockbólkinum.
Aðrir bólkar, sum eru aktuellir uttanlands, kappaðust við The Dreams. Bæði Orka og Týr vóru tilnevndir, umframt at Hanus G. Johansen og Páll Finnur Páll eisini vóru við í kappingini, sum The Dreams nú hava vunnið.